Broyta loyniorð

Tú kanst broyta títt loyniorð við at vitja heimasíðuna http://loyniord.glasir.fo

Fyri at broyta verandi loyniorð, skrivar tú teldupostadressu tína og verandi loyniorðið, umframt títt nýggja loyniorð tvær ferðir.

Loyniorðið skal í minsta lagi hava 7 skrifttekn og vera samansett av minst trimum av hesum fýra tættum:

  • Stórum stavi/stavum
  • Lítlum stavi/stavum
  • Tali/tølum
  • Tekni/teknum (!,@,#,$,%&,*)

Tað vil siga, at Glasir18 hevði verði góðtikið, av tí at tað inniheldur ein stóran stav, lítlar stavir og tøl.

KT deildin viðmælir, at tú broytir loyniorðið, ið tú hevur fingið útflýggja frá okkum.