Fyri at gera ein nýggjan Outlook profil, fyrst tryggja tær at Outlook er stongt, síðan..

  1. Trýst á Start & leita eftir "Kør" / "Run". Alternativt trýst á Windows knøttin & R (WIN+R)..
  2. Tøppa inn "outlook /profile" & trýst á "OK"..
  3. Trýst á "Options >>" knøttin fyri at fáa yvirlit yvir allar møguleikarnar..
    1. Vel "New..." & tasta inn eitt tøkt navn til nýggja profilin, t.d. "default01" & vel "OK"..
    2. Næst tøppa inn teldupost addressuna hjá tær, trýst á "Connect" & annars fylg vegleiðingini á skerminum..
  4. Tá ið profilurin er liðugt gjørdur, skuldi tú enn einaferð sæð "Choose Profile"-vindeyga..
  5. Í "Profile Name:"-boksina, vel nýggja profilin & set flugubein við "Set as default profile", áðrenn tú trýstir á "OK"..