Phishing er ein háttur, har ið teldusníkar senda ein teldupost, ið gevur seg út fyri at verða sendur frá einari kendari tænastu (t.d. @netflix.com, @gmail.com, @outlook.com, o.s.fr.) & roynir at fáa teg at trýsta á leinkjur ella taka niður fílu fyri síðan at gera størri ónáðir, so sum stjala brúkaranavn & loyniorð, geva tær virus, kryptera fílur fyri síðan seinni at krevja leysagjald (ransomware), o.s.fr.


Um tú kemur framá ein illgrunasaman t-post, so sletta hann ella uppaftur betur blokera avsendaran soleiðis í Outlook (Soleiðis angrar tú)..


  1. Fyrst markera teldupostin..
  2. Síðan far inn á "Home"-vangan > Junk > "Block Sender"
    1. Alternativt: Høgraklikk á t-postin & vel Junk > "Block Sender"..