Soleiðis fært tú fatur á MarvinSketch, umbiði & lagt inn ein lykil..


  1. Logga á Chemaxon heimasíðuna við eksisterandi brúkara ella stovna tær ein "Student"-brúkara hjá Chemaxon við tínum Glasir t-post..
    https://pass.chemaxon.com/login
  2. Logga síðan inn fyri at taka niður Marvin-forritið & umbiða ein lykil..
    https://chemaxon.com/products/marvin/download
    1. Finn "Get Your License"-brotið & vel "NON-COMMERCIAL USE", síðan les & góðtak teirra treytir fyri at fáa ein lykil, "GET MY KEY", ið er virkin í 2 mánaðar..
      NB!  Hetta stig má endurtakast, tá ið lykilin skal endurnýggjast, so leingið endamálið er til persónliga nýtslu / lesandi..
  3. Logga síðan inn á profilin hjá tær, vel "LICENSES" & tak niður fíluna (license.cxl) undir "Offline Licenses"-brotinum..
    https://accounts.chemaxon.com/licenses
  4. Starta MarvinSketch & um eingin lykil er funnin, so kemur ein áheitan um hetta & trýstur tú tá á "Install licenses..."..
    NB!   Alternativt starta "LicenseManager", sí annars teirra skjalfesting fyri aðrar møguleikar..
    1. "Chemaxon License Manager" verður tá starta & er neyðugt at vísa á heintaðu fílu (license.cxl)..
    2. Tá ið tú so trýstir á "Install" (sí omanfyri mynd) sær eitt sindur annarleiðis út (sí niðanfyri mynd) & skuldi "Status", tá broytt til "Valid"..
    3. Lat aftur vindeyguni, "Chemaxon License Manager" & "License warning", & skuldi "MarvinSketch" starta & verið klárt at taka í nýtslu..