Mac OS X v10.5 og seinni

  1. Vel System Preferences við at trýsta á Apple-ikonið..
  2. Far inn á Printers & Scanners..
  3. Trýst á + knøttin fyri at leggja aftrat ein printara..
  4. Vel Globus'in / IP á bjálkanum..
    1. Tøppa inn eina "fiktiva" IP, t.d. 127.0.0.1..
    2. Gev tí einum heitið, ið er nemt at minnast..
    3. Vel drivaran, Generic PostScript Printer & trýst á Add..
  5. Tú fært eina ávaring um at prentarin ikki kann váttast.. Her trýstir tú bert á Continue..
  6. Um tú verður spurdur eftir um eindin kann Duplex, vel so bara OK..
  7. Prentarin er nú klárur hjá t.d. Maple at brúka, so tú kanst biða um at fáa eitt PDF-prent..